Innanlands

Nýtt frítíðartilboð byrjar á Glasi í heyst

Í heyst byrjar eitt nýtt frítíðartilboð fyri børnum í 4. til 6. flokki, sum hevur til endamáls at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2025-08-15 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir heystfrítíðina og eina ferð um vikuna í sjey vikur fram verður vísindaklubbi á Glasi í evnafrøði, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark, sum hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.

Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum. Vísindaklubbin er sum nevnt í fyrstu atløgu í evnafrøði. Vónin er at hava onnur náttúrufak komandi ár, t.d. alisfrøði, lívfrøði ella landafrøði, skrivar Glasir.

Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki, og pláss er fyri 12 børnum í klubbanum. Kunning og leinki til tilmelding kemur á glasir.fo seinni í august. Videnskabsklubben stendur fyri tilmelding og samskifti um hetta.

Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi verða fýra miðnámsnæmingum: Tóri Zachariasen, Silja Heinesen, Sigvaldur Bláberg, og Lucia Sødergren. Hesi fýra fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder