Innanlands

Nýtt gamalt kuldamet sett í Grønlandi

Gjøgnumgongd av dátum vístu, at kuldamet var sett á innlandsísinum fyri 29 árum síðani

(Mynd: Sermitsiaq)

(Mynd: Sermitsiaq)

2020-09-24 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

69,6 kuldastig er tað mesta, sum nakrantíð er mált á norðraru jarðarhálvkúlu. Ógvusligi kuldin er staðfestur í Grønlandi. Hóast hesin kuldin varð máldur 22. desember 1991, er tað ikki fyrr enn nú, at hetta kuldametið er staðfest, skrivar heimasíðan hjá DMI.

Funnið varð fram til hetta metið við at ganga ígjøgnum mátingarnar frá eini sjálvvirkandi veðurstøð, sum varð brúkt til gransking í nýtiárunum. World Meteorological Organization, sum er ST-felagsskapur fyri veður, hevur júst váttað metið.

- Í eini tíð við veðurlagsbroytingum, verður stórt fokus sett á tey nógvu hitametini. Hetta nýggja kulametið er ein áminning um, hvussu stórir mótsetningarnir eru her á jørðini, sigur Petteri Taalas, professari og aðalskrivari í WMO.

Metið varð skrásett í 3.105 metra hædd nærhendis ovasta punkti á grønlendska innlandsísinum, á eini sjálvvirkandi mátistøð, kallað Klinck.

Mátarin var ein av fleiri, sum University of Winconsin-Madison setti upp í nítiárunum. Í 1994 varð mátarin tikin niður aftur og fluttur til Antarktis.

Gamla kuldametið fyri norðraru hálvkúlu var 67,8 stig, mált tvær ferðir í Russlandi, í ávikavist Verkhoyanksk í februar 1892 og Oimekon í januar 1933.

- Tað undrunnarverda í hesum sambandi er, at Verkhoyanksk er sama stað, har tað vórðu máld 38 hitastig í sambandi við hitabylgjuna í Sibiria í summar. Hetta metið er ikki váttað av WMO enn, men óansæð vitnar hetta um, hvussu ómetaliga nógv higalagið kann skifta her á jørðini, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI, sum er við í serfrøðingabólkinum hjá WMO, sum metir um mátingarnar og góðkennir metini.

Kaldasta mátingin á jørðini er minus 89,2 stig frá 21. juli 1983, máld í 3.240 metra hædd á veðurstøðini Vostok á Antarktis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder