Eftir svart gummi í nógv ár kom nýtt graslíki á vøllin við Djúpumýru í 2011. Hetta varð fyrsti ferð nýtt til steypafinaluna, ið EB/Streymur vann 3-0 á ÍF á Summarfestivalinum tað árið. Seinastu næstan átta árini hevur vøllurin verið sera nógv nýttur, og er harvið vorðin sera slitin, men heilt skjótt verður munandi betri at spæla fótbólt í Klaksvík.
Seinastu dagarnar hevur arbeitt verið at fingið sjálvt graslíkið, á og í gjár varð hetta liðugt. Nú manglar at fáa gummi lagt í vøllin, umframt at nakað av øðrum arbeiði skal gerast. Nógv arbeiði hevur verið og er í gongd kring vøllin hja KÍ, og fyri stuttum komu stóru nýggju ljósmastrarnar upp.
Um alt gongur eftir ætlan kann nýggja graslíki við Djúpumýru takast í nýstlu um stutta tíð.
Innanlands
Nýtt graslíki er komið á Djúpumýru
Klaksvíkingar fáa nú eitt munandi betri undirlag at venja og spæla á
Nýggjar ljósmastrar, nýtt graslíki og annað arbeiði í gongd við Djúpumýru. Myndin er tikin av Kjøli í gjár - Mynd: Pól Sundskarð/Norðlýsið
2019-07-08 08:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald