Mentan

Nýtt Klovn umfar nærkast

Klovn byrjar aftur á danska TV 2 tann 13. august

2018-07-22 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skemtirøðin Klovn við Casper Christensen og Frank Hvam byrjar nú aftur.

Tað eru níggju ár síðani at sætta umfar av røðini varð sent, og síðani tá eru tveir Klovn-filmar gjørdir. Klovn - The Movie í 2010 og Klovn Forever í 2015.

Nú fer Klovn aftur til gerandisdagin, har Frank og Mia skulu hava tingini at rigga. Tað er sjávsagt trupult við vantandi løtusansinum hjá Frank og óvanliga liviháttinum hjá Casper.

Í at vera tað tíggju nýggir partar av Klovn, og teir verða vístir á TV 2 og nettænastuni TV 2 Play frá 13. august klokkan 19:50 føroyska tíð.

Niðanfyri sæst brellbiti (TV 2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder