Kristiligi rokkbólkurin I AM gevur í hesum døgum nýggjan tónleik út.
- Talan eru um løg, sum vit hava havt í viðførinum leingi, men ongantíð hava givið út, sigur Arni Zachariassen, gittarleikari í bólkinum.
- Vit hava tó regluliga spælt sangirnar á konsertum, leggur hann aftrat.
Fyrsta lagið er “Altíð saman”, og varð tað upptikið í Medley upptøkuhølunum í Keypmannahavn, har tað eisini varð ljóðblandað.
I AM hevur fyrr samstarvað við framleiðaranum, Søren Mikkelsen. Hann framleiddi eisini sangin, “Can’t Stand (That Face)”, sum bólkurin lat úr hondum í 2019.
- “Altíð saman” hevur ligið í skuffuni í fleiri ár. Tá vit avgjørdu at fara aftur í upptøkuhølini, var hann okkara fyrsta val. Sangurin er melankolskur, hevur ein lættan og fangandi melodi, ið endar við einum deiligum rokkstemningi, greiðir Birgir Sigurðsson, sangari, frá.
Teksturin snýr seg um broytingar millum menniskju.
- Um hvussu skjótt tær løtur vit viðismeta hægst, oftast tykjast at enda fyrst og hvussu okkara avgerðir leiða okkum ymiskar leiðir, sigur Birgir Sigurðsson.
Nýggja lagið hjá I AM kann hoyrast á øllum stroymitænastum, eins og Spotify, Apple Music og Tidal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald