placeholder
Innanlands

Nýtt røktarheim við røktaríbúðum í Hoyvík

Heimið skal staðsetast við Stórutjørn

2020-09-24 09:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeitt hevur hesi seinastu árini við ætlanum um bygging av nýggjum røktarheimi við atknýttum røktaríbúðum í høvuðsstaðarøkinum. Staðsetingin hevur verið eitt ivamál og fleiri uppskot hava verið frammi, men tíðliga í ár varð mælt til at byggja nýggja røktarheimið og røktaríbúðirnar við Stórutjørn.

Høvuðsstaðurin er vaksin nógv og torført er at finna so stór øki til endamálið. Neyðugt hevur tí verið at hyggja at útjaðaranum á býnum, sum er partur av nýggju býarvakstrarøkjunum. Økið við Stórutjørn í Hoyvík er sambært kommunuætlanini fyrsta býarvakstrarøkið, sum skal skipast til nýggjan býling í Havn, og tí vælegnað til endamálið.

Arkitektakapping var í vár um skipan av Stórutjørn, og prosjekteringin verður sett í verk, so skjótt sum játtan er tøk. Í hesum sambandi verður mælt til at seta eitt hóskandi øki av til nýtt røktarheim við røktaríbúðum. Tørvur er á einum øki uppá einar 20.000 fermetrar.

Arbeiðið at gera byggiskránna er farið í gongd. Talan verður um eitt stásiligt heim við 64 plássum, umframt 16 atknýttum íbúðum til einstaklingar ella pør. Fýra miljónir eru settar av í 2021 til prosjekteringina.

Byggi- og býarskipanarnevndin, eldranevndin og fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu taka allar undir við at staðseta nýtt røktarheim við røktaríbúðum við Stórutjørn, og at bygginevndin arbeiðir víðari við at nágreina tørvin. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Kelda: torshavn.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder