Skjótt fáa leirvíkingar eitt nýtt spælipláss. Hetta er greitt, eftir at ein sáttmáli er undirskrivaður millum Eysturkommunu og ARTA í vikuni.
Eysturkommuna skrivar, at sáttmálin inniber, at eitt nýtt spælipláss verður bygt í Bóndagerði í Leirvík, og at "heimskenda spæliplássið" í Syðrugøtu fær eina endurnýggjan. Talan er um spæliplássið, ið millum annað verður nýtt til konsertir á G! Festivalinum.
- Eysturkommuna fegnast um at kunna betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, og soleiðis verða við til, at tey ungu eru úti í náttúruni og njóta tað frálíka umhvørvið, ið er í bygdunum,
Heimasíðan eysturkommuna.fo skrivar eisini, at tað er talan um nýggja útgerð, fallundirlag og møblar. Arbeiði byrjar um mánðarskiftið juli/august og stendur eftir ætlan liðugt fyrst í september.
Innanlands
Nýtt spælipláss verður bygt í Bóndagerði í Leirvík
Hetta er greitt, eftir at sáttmáli er gjørdur millum Eysturkommunu og ARTA. Hann inniber eisini, at spæliplássið í Syðrugøtu fær eina endurnýggjan
Borgarstjórin í Eysturkommunu og stjórin í ARTA eftir at sáttmálin er undirskrivaður. Arbeiði byrjar um mánðarskiftið juli/august og stendur eftir ætlan liðugt fyrst í september. (Mynd: Eysturkommuna)
2023-07-05 09:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald