2021-05-25 09:30
Tónasmiðurin, klaverleikarin og sangarin, Bárður Johannesen, hevur latið eitt nýtt lag út á marknaðin.
“A Thousand Words” eitur sangurin. Bárður hevur sjálvur gjørt bæði orð og lag. Eisini spælir hann flestu ljóðførini. Hann hevur tó fingið hjálp frá guittarleikaranum heðini Ziska Davidsen og so hevur framleiðarin, Kristoffur Mørkøre spælt bass og trummur á lagnum.
Lagið kann hoyrast á bæði Spotify og YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald