Innanlands

Nýtt stýrið sett fyri Hotel Ørkina í Reykjavík

Fimm nýggj fólk er í stýrinum, sum hittist á Hotel Ørkini í Reykjavík síðsta hósdagin. Tað er skipað við Jákupi Brúsá sum formanni

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at nýggja stýrið er sett í samband við, at leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini hevur gjørt av at umskipa virksemið á Ørkini, so tað framyvir verður rikið sum eitt hotel burturav (Mynd: trubodin.fo)

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at nýggja stýrið er sett í samband við, at leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini hevur gjørt av at umskipa virksemið á Ørkini, so tað framyvir verður rikið sum eitt hotel burturav (Mynd: trubodin.fo)

2025-10-09 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani, hósdagin 2. oktober tók nýtt stýrið við fyri Hotel Ørkina í Reykjavík.

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at nýggja stýrið er sett í samband við, at leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini hevur gjørt av at umskipa virksemið á Ørkini, so tað framyvir verður rikið sum eitt hotel burturav. 

Í nýggja stýrinum eru Jákup Brúsá (aðalskrivari í Heimamissiónini), Kristian Reinert Davidsen (stjóri á Føroya Tele), Jenny í Heiðunum (stjóri á Hotel Djurhuus), Ragnar Snær Karlsson (fyrrv. leiðari á Ørkini frá 2013-2020) og Magnus R. Elleby (rakstrarleiðari fyri øll hotellini hjá Donsku Sjómansmissiónini í Grønlandi).

Nýggja stýrið møttist á Hotel Ørkini í Reykjavík hósdagin og hevur skipað seg við Jákupi Brúsá sum formanni, Jenny í Heiðunum sum næstforkvinnu og Ragnar Snær Karlsson sum skrivara.

[object Object]
Nýggja stýrið (Mynd: trubodin.fo)

Talan er um eina totala útskifting.

Í júst fráfarna stýrinum hava sitið Torleif Johannesen (formaður), Sverri Steinhólm (næstform.), Jákup Suni Lauritsen, Jonhard Joensen og Absalon Olsen. Hesir hava nú latið fakkilin yvir til nýggja stýrið at leiða arbeiðið víðari.

Stórar ábøtur eru gjørdar við Ørkina. Eitt nú vórðu øll vindeygu skift í fjør við sjálvbodnari arbeiðsmegi úr selriga Føroyum. Nú verður arbeitt við at skipa hotelvirksemið og missiónsarbeiðið hvør sær, har nýggja stýrið hevur fokus á at fáa fíggjarliga burðardyggan rakstur í hotellið.

Í fjør varð Sabrina Bluhm sett sum leiðari á Hotel Ørkini. Hon er 35 ára gomul og hevur arbeitt á Ørkini seinastu 7 árini.

Tað er Kirkjuligu Heimamissiónin / Føroysku Sjómansmissiónin, sum eigur Hotel Ørkina, sjómansheimið í Reykjavík.

Hotel Ørkin í Reykjavík.

Missión í Íslandi

Ørkin hevur í mong ár verið missiónsdepil hjá Føroysku Sjómansmissiónini í Íslandi, men tíðin er búgvin til at endurhugsa, hvussu vit reka hotel- og missiónsvirksemið hvør sær. Partur av nýggju strategiini hjá Heimamissiónini er at byrja missiónsarbeiði í útnorðri í samstarvi við staðbundnar rørslur, har tað er møguligt. 

Í hesum sambandi er samstarvsavtala gjørd við Kristniboðsambandið (SÍK) í Íslandi, har tað framyvir verður sett meira fokus á eitt nú at hjálpa við at menna ungdómsarbeiðið í Íslandi. Avtala er eisini gjørd við SÍK um, at føroysk toymir kunnu hava møtir í teirra hølum, so missiónsarbeiðið verður meira knýtt at einum andaligum felagsskapi á staðnum, staðfestir trubodin.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder