
Í gjár var móttøka í nýggja virknishúsinum í Mylnugøtu 12 í Klaksvík. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, var við, og helt røðu.
Endamálinum við hesum nýggja tilboðnum er at veita virknistænastu til fólk við autismu í einum vardum umhvørvi.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at tilgongdin til hetta tilboðið av álvara fór ígongd í 2009, tá starvsfólk innan økið tóku stig til at víðariútbúgva seg innan autismuøkið.
Í 2012 kom eitt dagtilboð í Klaksvík, sum eisini helt til í bygninginum í Mylnugøtu 12 saman við Verkstaðnum á Brekku. Nú leggur sami bygningur høli til nýggja stovnin, tá útleigarin bjóðaði restina av hølunum hjá gamla Sjóklædnavirkinum til endamálið, greiddi landsstýriskvinnan frá.
13 brúkarar, ein kvinna og tólv menn, í aldrinum 20 ár og uppeftir fáa nú sín gerandisdag á stoninum. Tey búgva øll í Klaksvík, og góða samstarvið við bústovnarnar, tey búgva á, á Mýruvegi og á Kelduskákinum, er eisini eitt týdningarmikið grundarlag fyri góða úrslitinum, segði landsstýriskvinnan.
Øll røðan hjá Elsebeth M. Gunnleygsdóttir kann lesast á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald