Undanfarni amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur nú blandað seg upp í forsetavalið í USA. Og hann fór ikki við mýkindum móti eftirmanni sínum, republikanaranum Donald Trump.
Barack Obama helt røðu í nátt okkara tíð á einum ‘drive-in’-veljarafundi til frama fyri Joe Biden, sum var hildin í Philadelphia í Pennsylvania, ið er ein av sokallaðu svingstatunum, tað vil siga, at tað ríður um snarið um veljararnir velja demokratiskt ella republikanskt.
Og Obama leyp beint í krovið á sitandi forseta.
- Hann hevur ikki víst nakran áhuga fyri at gera arbeiði sítt, ella at hjálpa øðrum enn sær sjálvum.
- Hetta er ikki eitt realityshow. Hetta er veruleikin. Trump hevur prógvað, at hann ikki er førur fyri at taka uppgávu sína í álvara, segði Obama.
Hetta var fyrstu ferð, at Obama luttók á einum veljaratiltaki til frama fyri Joe Biden upp undir forsetavalið 3. November.
Obama nevndi eisini, at Trump er ein vandi fyri fólkaræðið.
- Fólkaræði virkar ikki, um leiðarar lúgva hvønn dag, segði Obama millum annað.
Røðan hjá Barack Obama kann síggjast í fullum líki á leinkjuni herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald