Tann 28. septembur vitjar Barrack Obama Kolding, har hann skal hitta vinnulívsfólk og 200 ungdómum, sum lesa á universitetinum í Kolding.
- Hettar hevur verið ein long tilgongd, og eg og onnur standa á herðunum á eini rúgvu av fólkum í nærumhvørvninum, sum hava stuðla okkum í hesum arbeiðinum, sigur Morten Bjørn Hansen, sum er leiðari í Business Kolding, við DR.
Tað er Business Kolding í samstarvi við Syddansk Universitet og Komununi í Kolding, sum hava fingið fyrrverandi forsetan til Danmarkar. Tey byrjaðu at venda sær til Obama, stutt eftir at hann var farin frá sum forseti og nú hevur eydnast at fingið hann til Kolding.
Vit eru ógvuliga errin. Hetta er ein heilt serstøk vitjan fyri Kolding, so hettar er nakað, sum vit síggja fram til, greiðir hann víðari frá á DR.
Tiltakið verður á SDU lestrarøkinum. Tað eru útvalgd vinnulívsfólk og 200 lesandi, sum sleppa at tosa við fyrrverandi forsetan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald