Óbroytt nevnd í Læknafelag Føroya

Ragnar Djurhuus Hammer heldur fram sum formaður

Ragnar Djurhuus Hammer heldur fram sum formaður

Ragnar Djurhuus Hammer heldur fram sum formaður

2025-11-13 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Læknafelag Føroya hevði aðalfund 8. november á Hotel Hafnia. Á skránni var val av formanni. Ragnar Djurhuus Hammer stillaði upp aftur og var afturvaldur sum formaður. Nevndin er óbroytt eftir aðalfundin.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, sum eru Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya.

Í nevndini fyri Læknafelag Føroya sita tvey av forfólkunum frá hvørjari súlu, umframt formaðurin.

Nevndin í Læknafelag Føroya er mannað soleiðis:

  • Ragnar Djurhuus Hammer, formaður
  • Rói á Kósini, næstformaður (næstformaður í Kommunulæknafelag Føroya)
  • Aksel K. Berg, kassameistari (formaður í Yngri Læknar Føroyar)
  • Shahin Gaini, nevndarlimur (formaður í Serlæknafelag Føroya)
  • Niclas H. Eysturoy, nevndarlimur (næstformaður í Serlæknafelag Føroya)
  • Turið Holm Johannesen, nevndarlimur (forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya)

Eyðbjørg K. Gaard, nevndarlimur (næstforkvinna í Yngri Læknar Føroyar) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder