Føroyskir jarðareigarar eru als ikki glaðir um stóru treystikappingina, sum fór fram í Føroyum í farnu viku, har fólk úr øllum heiminum dystaðust í at ferðast runt í Føroyum yvir fleiri dagar.
Avbjóðingarnar vóru stórar og nógvar. Tey skuldu súkkla og renna upp um dalar og fjøll, og rótva í smáum gubbibátum, tey sjálv høvdu blást upp, tvørtur um firðir og sund.
Men nú talar Føroya Óðalsfelag at. Jarðareigararnir eru ikki eftirspurdir. Teir eigarar, ið eru kontaktaðir, hava ikki fingið nóg nágreiniliga kunning um hvussu umfatandi tiltakið var, stendur at lesa viðmerking, sum felagið hevur sent út í dag.
Lesið viðmerkingina: Tilvitað villleiðing ella vantandi fyrireiking
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald