2025-07-03 20:42

Týsdagin var móttøka á Barnaverndartænastuni Suðuroy í sambandi við, at Oddvá Thomsen hevði arbeitt í tænastuni í 15 ár.
Starvsfelagar og familja vóru møtt til eina hugnaliga løtu við kaffi, køkum og góðum orðum. Leiðarin, Jónleyg Finnsdóttir, helt røðu, og forkvinnan fyri stýrið, Anita Vibergsdóttir, handaði blómur, skrivar Tvøroyrar kommuna.
– Oddvá er ein trygg og trúføst hond í barnaverndararbeiðinum, og hennara arbeiði hevur stóran týdning fyri børn og familjur í oynni – bleiv víst á í røðuni, har takkað bleiv fyri góða samastarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald