Ódnin Malik, sum ger um seg í Norðurevropa í løtuni, hevur kravt í minsta lagi tvey mannalív.
Talan var um ein níggju ára gamlan drong og eina 60 ára gamla kvinnu, sum bæði vórðu rakt av einum træi í ávikavíst Staffordshire í Onglandi og skotska býnum Aberdeen, skrivar The Guardian.
Á skotsku eysturstrondini varð vindferðin máld 38,9 m/s, og í sunnara parti av Noregi vórðu íbúgvar í 20 húsum fluttir burtur orsakað av einum omanlopi. Flestu íbúgvarnir kundu tó fara heimaftur í gjár.
Illveðrið elvdi eisini til, at fleiri tok og ferjur vórðu avlýstar í m.a. Svøríki, Noregi og Týsklandi, skrivar Ritzau.
Boðað hevur eisini verið frá nógvum vindskaðum, umframt at tíggjutúsundatals húski, m.a. í Stórabretlandi hava mist streymin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald