Mentan

Øðrvísi Bátastevna í Vestmanna

Ársins Bátastevna verður á netinum, og Bátastevnukonsertin verður leygarkvøldið kl. 18

Bátastevnan 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bátastevnan 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-21 21:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í ár verður Bátastevnan á netinum, og vóna vit at føroyingar kring landið fara at hugna sær saman við okkum. Á eini Bátastevnu skulu sjálvsagt eisini verða bátar, og vóna vit at síggja fleiri bátar á vágni, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Konsertin verður leygarkvøldið frá kl.18 – 01, og verður stroymd á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.

– Vit fylgja tilmælum landsins, og er tað tí ikki møguligt at samlast á økinum á kajuni, men í staðin ber tað til at sita í bili til “drive in” konsert í fjarstøðu ella heima í stovuni.

Vaktarfólk verða á kajuni og skipa ferðsluna.

Skrá

17.00 – 21.00 Bátastevnubúffar verða seldir á kajøkinum
18.00 – 19.00 Bubu barnatiltak
19.00 – 20.00 Magni Christiansen
20.00 – 21.00 Tinganest
21.00 – 22.00 Jens Marni
22.00 – 23.00 Eyðun, Terji og Kim
23.00 – 24.00 Signar í Homrum
00.00 – 01.00 Dynamit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder