Mentan

Øðrvísi tónleikatiltak í Roskilde í summar

Hóast Roskilde Festivalurin er avlýstur, fara fyriskiparar handan stóra danska festivalin kortini at skipa fyri tónleikadøgum í summar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-31 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og í fjør er danski Roskilde Festivalurin avlýstur vegna koronu, men hetta merkir tó ikki, at festivaløkið í Roskilde verður tómt í summar. Fyriskiparar handan Roskilde Festivalin skipa nevniliga fyri einum øðrvísi tónleikatiltaki í staðin.

Tiltakið, sum verður nevnt "Summer Days" fer at ganga fyri seg yvir átta ymiskar dagar síðst í juni og fyrst í juli.

Tiltakið verður í døgunum 24.-27. juni og 1.-4 juli, og til ber ikki at keypa sær atgongumerki til øll tiltøkini. Ei heldur verður nakað tjaldingarøki, har gestir kunnu sova um næturnar.

Gestir verða deildir í ymisk øki við 200 fólkum í juni, meðan talið verður økt til 500 í juli, av tí at tiltøkini í Danmark verða linkaði 1. juli. Sambært Ritzau skulu gestir hava koronapass fyri at fáa atgongd til tiltakið.

Tilsamans 27 ymisk nøvn fara at framføra á summardøgunum í Roskilde. Talan verður um somu sjangrur, sum vanligt eru at hoyra á Roskilde Festivalinum. Gloria, ið er minsti pallur hjá Roskilde Festivalinum, verður brúktur til høvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder