Ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk er á skránni, tá løgtingið kemur saman til fundar klokkan 11 í dag.
Sambært tingskipanini kunnu ófráboðaðir spurningar ”...í mesta lagi vara tilsamans 1 tíma og, hvør spurningur má í mesta lagi vara í 10 minuttir”.
Eftir spurnarumfarið skal tingið taka støðu til um serlig grein 25-nevnd skal setast at viðgera broytingar í stýrisskipanarlógini. Í farnu viku viðgjørdi tingið uppskot frá tveimum tingkvinnum, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir, um at broyta heiti hjá tinglimum, so at tey ikki skulu kallast ’-maður’.
Í sambandi við viðgerðina legði løgmaður eisini upp til, at tíðin kanska er komin til aðrar broytingar í stýrisskipanir eisini.
Les eisini: Grein 25-nevnd setast at viðgera heitið ’maður’
Fleiri onnur mál eru eisini á skránni í dag, harímillum fyrstu viðgerðirnar av tveimum uppskotum frá Javnaðarflokkinum um at forða fyri, at dagpeningur verður tikin frá fólki, sum eru rakt av langtíðarsjúku.
Tingfundurin byrjar kl. 11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald