Innanlands

Ófriður í miðbýnum

Sunnunáttina var bardagi millum fleiri ung inni á einum pitsastaði í Havn – Har verða onkrar skuldsetingar fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-02 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um ófrið í miðbýnum í Havn.

Tað var náttina til sunnudagin, at bardagi var millum fleiri ungar menn inni á einum pitsastaði.

Løgreglan hevur kannað upptøkur frá vakmyndatóli, so tey vita, hvørjir menninir eru, og fara tey at seta seg í samband við teir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hann leggur afturat, at har verða onkrar skuldsetingar fyri brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder