Uttanlands

Ófriður í Sudan eftir hernaðarkvett

Trygdarráðið hjá ST skal viðgera støðuna í landinum í dag

Fleiri mótmælistiltøk hava verið móti herinum hetta seinasta samdøgrið (Mynd: EPA)

Fleiri mótmælistiltøk hava verið móti herinum hetta seinasta samdøgrið (Mynd: EPA)

2021-10-26 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herurin í afrikanska landinum, Sudan, tók í gjár valdið í landinum. Hernaðarkvettið hendi í sambandi við, at herurin fongslaði fleiri av politisku leiðarunum í landinum.

Abdel Fattah al-Burhan, generalur, sum annars skuldi standa á odda fyri at tryggja eitt demokratiskt val í landinum, hevur nú lýst sudan í undantaksstøðu, skrivar BBC.

Generalurin hevur avtikið ráðið, hann stóð á odda fyri, eins og allar landspartastjórnir og sett guvernørarnar frá.

Hann sigur, at nú verður ein fyribils stjórn sett at stýra landinum, og at tjóðartingsvalið, ið skuldi tryggja eina fólkavalda stjórn, verður útsett til juli 2023.

Fleiri mótmælistiltøk hava verið á gøtunum, og minst tvey fólk vórðu skotin og dripin av hermonnum í sambandi við mótmælini, skrivar Reuters.

Tað er bert tvey ár síðan, at hernaðarstýrið í Sudan varð avloyst av eini sivilari stjórn, eftir at hava stýrt landinum í 30 ár.

USA svaraði beinanvegin aftur við fyribils at støðga allari peningarligari hjálp til Sudan. Tað boðaði eitt talsfólk fyri amerikanska uttanríkisráðið frá í gjárkvøldið.

USA hevur annars játtað 700 milliónir dollarar í neyðhjálp til Sudan.

Trygdarráðið hjá ST er kallað saman til afturlatnan skundfund í dag fyri at tosa um álvarsligu støðuna í Sudan.

Blóðigu mótmælini hildu fram í nátt eftir at herurin tók valdið í gjár.

Borgararnir mótmæla hernaðarkvettinum og at Abdalla Hamdok, forsætisráðharri, og fleiri av hansarar ráðharrum eru fongslaðir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder