- SAS hevur onga avgerð tikið um flúgvingina til Føroya, men vónandi byrjar hon aftur sum skjótast,
Hetta sigur Sille Beck-Hansen hjá SAS við Kringvarpið í dag.
Sille Beck Hansen sigur eisini, at Føroya-flúgvingin hevur sera stóran týdning fyri SAS, og at hon heilt víst byrjar aftur - purningurin er bara nær.
Orsøkin til at atgongumerki kunnu keypast til ferðir í juni er, at SAS hevur til sølu á nøkrum leiðum fyri at vita, hvussu stórur eftirspurningurin er. Um eingin flúgving verður tær dagfestingarnar, ið ein keypir atgongumerki til, fær ein peningin aftur.
SAS gavst at flúgva til Føroyar 18. mai. Fyri stórum tveimum vikum síðani seni stóra flogfelagið 5.000 starvsfólk til hús
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald