Tað var 5. august, at farsóttarnevndin avgjørdi at mæli ferðafólki til at lata seg kanna seks dagar eftir komu afturat kravdu kanningini, sum tey skulu ígjøgnum, tá tey koma til landið.
Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum í dag, spurdi Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi landsstýrismannin í heilsumálum, hvussu nógv ferðafólk vórðu kannað síðan 6. august, og hvussu nógv høvdu latið seg kanna á sætta degi eisini. Eisini vildi hon hava at vita, um landsstýrismaðurin helt hetta talið vera nøktandi.
– Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á hesum næsta útbrotinum av koronavirusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, so smittan ikki kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild.
– Heilsufakliga verður mælt til, at øll fólk, ið koma til Føroya úr útlondum, lata seg kanna 6. dagin eftir, at tey eru komin til landið – umframt tann dagin tey koma til landið. Hetta er avgerandi neyðugt um eitt nýtt Covid-19 útbrot ikki skal koma til landið umvegis ferðafólk. Men talan er bert um eitt tilmæli, og enn er ógreitt, hvussu nógv lata seg kanna 2 ferðir, segði hon í viðmerking til fyrispurningin.
Verður ikki skrásett hví fólk lata seg kanna
Sambært Kaj Leo Holm Johannesen eru gott 12.000 ferðafólk kannaði í Føroyum, síðan 6. august, eftir at tey eru komin til Føroya umvegis antin flogfari ella skipi.
Seinna spurninginum fekk landsstýrismaðurin tó ikki svarað, av tí at tøl fyri, hvussu nógv hava latið seg kanna á sætta degi, ikki eru tøk. Skrásetingar eru ikki yvir, hvørja orsøk fólk hava til at lata seg kanna, og tí ber ikki til at svara hesum, segði hann.
Kaj Leo Holm Johannesen segði tó, at Sjúkrahúsverkið arbeiðir við at seta eina skrásetingarskipan í verk, so tað framyvir ber til at síggja, hvussu nógv fólk lata seg kanna sætta dagin.
– Í Føroyum skulu Føroyinga ráða
Eisini spurdi Kristina Háfoss, um landsstýrismaðurin tók undir við at heimtaka ábyrgdina av farsóttarlóggávu, landslækna v.m., og at áseta krøv til tvær kanningar, tá komið verður til landið?
Til hetta svaraði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann helt tað vera rætt, at føroyingar sjálvir skulu ráða í Føroyum.
Føroyar eiga sjálvar at avgera, hvussu støðan skal handfarast, tá farsóttir raka, og eigur tað ikki at verða neyðugt hjá Føroyum at spyrja onnur lond, hvat gerast skal, helt hann.
Hann segði seg tó ikki taka undir við tvingsli, og vísti hann á, at Føroyar hava klárað seg væl higartil við at leggja ábyrgdina út til hvønn einstakan. Hann fegnaðist eisni um, at Føroyar høvdu kannað so nógv, sum tær hava.
Sambært seinastu hagtølunum eru fleiri enn 52.000 fólk í Føroyum, og næstan 100.000 kanningar eru gjørdar í Føroyum.
– Eg trúgvi ikki at nakað annað land hevur kannað tvær ferðir fólkatalið í landinum, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald