Innanlands

Ógvuliga góð vekt í Hvalba

Tveir trævetrar gamlir veðrar vigaðu 282 pund tilsamans

Michael Bertholsen, Henry Jensen, Magni Bertholdsen og Kristian Bertholdsen (Mynd: Suðurrás)

Michael Bertholsen, Henry Jensen, Magni Bertholdsen og Kristian Bertholdsen (Mynd: Suðurrás)

2018-09-29 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið vóru tveir trævetrar gamlir veðrar flettir í Nesi í Hvalba. Træveturveðrur merkir at hann er tríggjar vetrar gamal.

Suðurrás skrivar, at Michael Bertholdsen, sum eigur veðrarnar, var klárur yvir at vektin helst fór at vera góð, helst omanfyri 100 pund.

Tá veðrarnir vórðu hongdir á vektina vigaði tann grái 140 pund og tann hvíti 142 pund, skrivar sudurras.fo.

Hetta má sigast at vera ordilig krov.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder