Uttanlands

Ógvusligt ódnarveður á Kanarisku oyggjunum

Stormurin Emilia herjaði serliga Gran Canaria og Tenerife um vikuskiftið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-15 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ógvusligt ódnarveður rakti Kanarisku oyggjarnar um vikuskiftið. Lokala tilbúgvingin hevur boðað frá 1.700 fráboðanum í sambandi við illveðrið, so sum vatnflóð á vegum og kjallarum, jarðskriður og koppað trø.

Gran Canaria var harðast rakt, meðan tað í Tenerife serliga vóru teir norðraru partarnir, sum vórðu raktir.

Ódnarveðrið fekk heitið Emilia frá sponsku veðurtænastuni, og rakti Kanarisku oyggjarnar leygardagin og sunnudagin. Á Tenerife varð vindurin máldur til 44,2 sekundmetrar á verðurstøðuni í Izaña, meðan hitin á Teide tjóðarlundini fall niður í 4 kuldastig.

Ódnarveðrið gav nógv regn, serliga í fjlallaøkjunum á Gran Canaria, har Tejeda fekk upp í 159 millimetrar av avfalli, og hetta førdi til vatnflóðir í býnum. Í fjallaøkinum fall avfallið sum kavi og á høga gosfjallinum Teide kom hálvur annar metur av kava. Hetta var mest ógvusliga kavaveðrið á oynni síðan 2016. Av hesi orsøk vóru allir egar niðan á Teide stongdir, og lógu ikki upp fyrr enn í morgun.

Hóast vindurin ikki er so harður nú, so verður framvegis ávarað móti vindi, regni og kava, serliga í fjallalendinum. Og fram við strendurnar er eisini vandi fyri stórum aldum og skriðum, skrivar Danmarks Radio.

Hetta fram til seinast í mars er møguleiki at ferðast beinleiðis millum Føroyar og Gran Canaria við Atlantsflogi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder