Mentan

Ókeypis konsert við Kristian Blak

Týskvøldið 20. juni verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll

2023-06-19 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í annaðkvøld, týskvøldið 20. juni, klokkan 20 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak.

Tað skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.

– Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar.

– Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik.

Les eisini: Kristian Blak og Summartónar fær heiður frá Nordisk Komponist Råd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder