Innanlands

Ókeypis konsert við Land of Maybe

Seinnapartin sunnudagin verður kafekonsert í Norðurlandahúsinum

2021-03-01 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Land of Maybe er heitið á nýggja bólkinum hjá Edith Dahl Jakobsen og Allani Tausen. Tey bæði hittust í juni 2018, og fóru í holt við at skriva løg saman.

Løgini eru síðani vorðin til fleiri, og í november 2020 góvu tey plátuna Glotti út. Tónleikastílurin verður lýstur sum americana og poppur. Edith og Allan hava framført kring alt Føroyar og sungið sínar sangir um kærleika, lívið og sambond.

Til konsertina sunnudagin fara tey at framføra løg av plátuni og annað egið tilfar. Við sær hava tey Filip Zachariassen á gittar. Bólkurin spælir eisini í  árligu FMA sjónvarpssendinginii, leygarkvøldið.

Kafe Systrar í Norðurlandahúsinum borðreiða við fiskafati við tilhoyri. Konsertin er ókeypis og varir umleið ein tíma.

Fyri at halda almennu tilmælini um smittusporing og tveir metra frástøðu, er neyðugt  at melda seg til konsertina á nlh.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder