Royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15-35 ár, sum byrjaði á vári 2021, endar 31. oktobur 2023. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur 15. septembur í aftursvari til §52a fyrispurning, at enn er ikki gjørt av, hvussu tilboðið skal skipast frameftir.
Skipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp er eitt av 39 ítøkiligum tilmælum í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum kom út í 2018, og Sinnisbati fegnast um, at tilboðið endiliga gjørdist veruleiki í 2021. Tað er tí eisini okkara vón, at hetta er ein skipan, sum er komin fyri at vera. Samstundis vóna vit, at vit fara at síggja ein størri vilja frá politisku skipanini á komandi fíggjarlóg - og framyvir - um at veruliga raðfesta sálarheilsuøkið.
Hóast heildarætlanin kom út í 2018, er alt ov lítið hent á økinum hesi fimm árini.
Trýst á royndarskipanini
Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina um ókeypis sálarfrøðihjálp, og vísir eftirmetingin, at nógv ung hava fingið hjálp ígjøgnum skipanina, og at tørvur er á eini tílíkari skipan. Tað hava verið umleið 1.770 ávísingar til skipanina og samanlagt eru umleið 12.200 viðtalur framdar.
Eisini hevur tað víst seg, at skipanin hevur verið munandi dýrari enn upprunaliga mett.
Tað er eingin loyna, at nógv trýst hevur verið á skipanini, tí 30. juni í 2022, tá árið var hálvrunnið, komu boð frá Heilsutrygd um, at játtanin fyri 2022 var uppi. Steðgur kom í skipanina, og fleiri vóru noydd at avbróta sína viðgerð og avlýsa viðtalutíðir, sum tey møguliga høvdu bíðað eftir í fleiri vikur ella mánaðar - tí bíðilistarnir hjá sálarfrøðingum eisini gjørdust longri, tá skipanin fór í gongd.
Tað er umráðandi, at tilboðið heldur fram, og at tey, ið hava tørv á viðgerð, fáa viðgerð. Tað er enn dýrari fyri samfelagið, og okkum øll, um eingin hjálp er tøk.
Fleiri og fjølbroyttari tilboð
Ein orsøk til stóra trýstið á royndarskipanini kann eisini vera, at vit hava ov fá tilboð í Føroyum til ung, ið stríðast við eitthvørt, og at tilboðini eru øgiliga smøl samanborið við onnur lond. Skipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp er millum einastu tilboð, ung kunnu brúka, um tey hava ilt í sálini. Øll menniskju eru ymisk, og tí riggar sama loysn ikki til øll. Neyðugt er við fleiri fjølbroyttum tilboðum til tann ymiska tørvin, sum er. Við at hava ymisk tilboð kunnu vit eisini lofta fleiri, áðrenn tey gerast so illa fyri, at tey eru viðgerðarkrevjandi.
Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur í ár fer Sinnisbati at viðgera júst hetta - hvussu vit kunnu fyribyrgja mistrivnaði ímillum ung við at m.a hava fleiri lágottartilboð og lættatkomuliga hjálp.
Sinnisbati
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald