Mentan

Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins størsta innandura spæliland

Hoppiland, koyribani og koyrikort, andlitsmáling, Nósi, Bubu og Trøllapætur og oman í Høllini á Hálsi leygardagin

2025-06-26 13:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna sera ringu veðurforsøgnina verður Voxbotn Nósaland flutt í Høllina á Hálsi leygardagin.

Á skránni er framvegis tað sama: Hoppiland, koyribani og koyrikort, andlitsmáling, og Nósi vitjar við ballónum. Bubu og Trøllapætur og omman framføra eisini. Tiltakið verður frá kl. 11 til 14, og tað er ókeypis.

Ringa veðrið ger, at tað er neyðugt at flyta Voxbotn 2025 við Tjarnir fyri at geva øllum eina góða og trygga uppliving. Tað sama er galdandi fyri Voxbotn Nósaland. Høllin á Hálsi er sera væl egna, og at tað verður ársins størsta innandura spæliland í staðin, ger tað trygt og gott hjá øllum, sum koma.

- Vit eru sera takksom fyri, at Føroya Banki, sum skipar fyri Nósalandi, eru so fús at leggja tiltakið um og skipa fyri einum innandura spælilandi. Vit vilja takka Føroya Banka og Tórshavnar kommunu fyri alla hjálp og vælvild, nú vit noyðast at broyta Voxbotn 2025 í evstu løtu, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til Voxbotn Nósaland í Høllini á Hálsi í Havn frá kl. 11 til 14 leygardagin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder