Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivaði ú gjár út loyvisbræv til felagið Ocean Rainforest til at ala tara í Funningsfirði.
Við loyvinum fær Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á sjónum á einum øki uttan fyri Elduvík. Økið hevur fingið eyðmerkingina AA-01, og loyvið er galdandi í 12 ár til 1. juli 2032.
Í desember 2019 vóru fimm alifirðir bodnir alment út til taraaling. Níggju umsóknir komu inn, harav ein var til Funningsfjørð, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu síni.
Ocean Rainforest hevur í eina tíð alt tara á Funningsfirði, men tað hevur verið á einum øki undir landinum norðan fyri Funnings bygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald