Innanlands

Økið við Leitisvatn og Trælanípuna byrgt av

Leitað verður eftir eftirlýstum manni í økinum og tí er tað byrgt av

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-09-05 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna serligar umstøður ber ikki til hjá fólki at fara út á Bøsdalaboss ella Trælanípuna. Orsøkin er, at leitað verður eftir 68 ára gomlum manni úr Meksiko.

Leitað hevur verið eftir Pedro Enrique Moreno Hentz síðan í gjárkvøldið. Stór leiting er sett í verk, og fólk frá Vága bjargingafelag hava leitað í alla nátt. Í morgun er løgreglan farin við hundum at leita og Tjaldrið leitar fram við landi.

Maðurin varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn mikudagin fyrrapartin. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.

Í gjár varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder