Uttanlands

Øking av deyðum við korona í Svøríki

Yvir 88 prosent av teimum deyðu, eru fólk oman fyri 70 ár

Anders Tegnell (Savnsmynd: EPA)

Anders Tegnell (Savnsmynd: EPA)

2020-05-13 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

147 fólk eru deyð í Svøríki við koronavirus hetta seinasta samdøgrið. Tað upplýsti svenska Folkhälsomyndigheten á dagliga tíðindafundinum í dag.

Talan er um eina munandi øking í mun til seinastu dagarnar og hægsta talið í Svøríki í tríggjar vikur. Ikki síðan mikudagin 22. apríl hevur talið verið hægri. Tá varð staðfest, at 172 smittað fólk vóru deyð, skrivar Ritzau.

Vanliga eru tølini lægst um vikuskiftið, tá tað kunnu vera seinkingar í innheintingini av tølunum. Tí er vanligt, at tølini eru hægri teir fyrstu dagarnar í vikuni, sigur Anders Tegnell, statssmittuserfrøðingur.

Til nú hava tilsamans 3.460 fólk við koronasmittu latið lív í Svøríki. Hetta svarar til 33,8 deyð pr. 100.000 borgarar.

Til sammetingar eru 533 fólk deyð í Danmark, svarandi til 9,2 deyð pr. 100.000 borgarar. Í Føroyum er ongin deyður.

Svøríki hevur havt ein heilt annan politikk fyri at verja seg móti koronasmittuni enn onnur lond hava og hava havt. Millum annað hava skúlar og matstovur alla tíðina verið opin.

Folkhälsomyndigheten upplýsir í dag, at talið av smittaðum í Svøríki nú er økt við 637 til 27.909. Til sammetingar er talið av smittaðum í Danmark komið upp á 10.667.

Tað er nógv mest eldri fólk, sum doyggja við korona í Svøríki. 3.051 av teimum 3.460, svarandi til 88,2 prosent, sum eru deyð við korona, eru fólk oman fyri 70 ár, skrivar Ritzau. 

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder