Mentan

Økistónar í Vági fríggjakvøldið - í Listastovuni leygarkvøldið

Lokalir tónleikarar sklu fáa lív í Jugga - Ragnar Finsson fer á pall í Miðvági leygarkvøldið

Ragnar arbeiðir í løtuni uppá sína fyrstu solo heildarútgávu

Ragnar arbeiðir í løtuni uppá sína fyrstu solo heildarútgávu

2025-10-23 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Økistónar er átak hjá Tónleikasambandi Føroya, sum hevur til endamáls "at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt, landið runt".

Sambært lýsingini skal skipanin skal fremja reglusemi, og stremba eftir javnari kynsumboðan, margfeldni og tónleikaligum fjølbroytni.

Hetta hevur millum annað við sær tvær konsertir hetta vikuskifti. Eina í Vági og hin í Miðvági

Tey lokalu í Vági

Tann fyrra verður í Vági fríggjakvøldið 24. oktober. Talan er um ókeypis konsert í Jugga, sum byrjar klokkan 22.

Økistónar stuðlar eisini konsertum, ið millum annað styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið.

Og tað vera nakrir lokalir tónleikarar, sum skulu skapa serligan stemning og lív í býnum í annaðkvøld, skrvar vagur.fo.

Talan er um Hjalmar & Dagfinn, Evi Tausen, Sjúrður Djurhuus og Ingi Poulsen

Ragnar Finnson á egnum beinum í Listastovuni

Leygarkvøldið fær Listastovan aftur Ragnar Finssson á vitjan - hesaferð við havnarmanninum sum oddamanni sjálvur.

Listastovan skrivar:

Leygarkvøldið 25. oktobur kl. 20.00 verður høvi at uppliva Ragnar Finsson í Listastovuni, tá hann fer at framføra síni egnu, inniligu og fólksligu løg. Ragnar hevur áður staðið á palli í Listastovuni saman við ymiskum bólkum, men hesaferð verður hann at hoyra í egnum navni.

Ragnar Finsson er føroyskur framleiðari, sangskrivari og tónlistafólkið handan fleiri vælkendar útgávur. Tónlistarliga, fær hann m.a. íblástur frá listafólkum sum Big Thief, Adrianne Lenker, Steve Lacy, José González, Bon Iver og Fleetwood Mac. Ragnar skrivar løg, ið kennast bæði innilig og stór, við fløktum gittarum, rúmligari framleiðslu og filosofiskum tekstum. Tónleikurin er ektaður, nærverandi, háfloygdur og fólksligur.

Ragnar arbeiðir í løtuni uppá sína fyrstu solo heildarútgávu, og hann ímyndar sær, at hansara ljóð kundi mint um tónleikin hjá listafólkum sum Big Thief ella Bon Iver, sum hann eisini droymir um at hita upp fyri.

Í 2024 vann hann annaðpláss í Sement og varð í tí sambandi útvaldur at spæla á G!Festivalinum.

Áðrenn Sement, útgav hann sína EP Crossing undir listanavninum HORRSE, ið fekk sera góðar ummæli og vann honum heiðurin Ársins Nýggja Navn á FMA. Hann vann seinni eisini virðislønina Ársins Útgáva fyri Ja/Nei – og restin av vikuni hjá Daniu O. Tausen, sum hann hevði verið við til at skrivað og framleitt. Hann hevur harumframt samstarvað á fleiri øðrum útgávum hjá føroyskum listafólkum, so sum Marianna Winter, Aggrasoppar og Marius DC.

Ragnar hevur framført sín tónleik á altjóða pallum sum The Great Escape, G! Festivalinum og komandi novembur fer leiðin til Reykjavíkar, har hann skal framføra á Iceland Airwaves.Konsertin í Listatsovuni verður sostatt ein upphiting og fyrireiking til stóra sýnisglugga til festivalin í Reykjavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder