Mentan

Okkara Land er festivalurin fyri tey vaksnu

Konsertdagurin Okkara Land verður 1. juni við Marknagilsvegin. Nógv nøvn eru longu kunngjørd

2024-02-23 13:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. juni verður lív í á parkeringsøkinum við Skúlaheimið í Marknagili. Har verður nevniliga stórur konsertdagur við heitinum Okkara Land

Talan er um nýggjan festival við føroyskum nøvnum burturav. Longu nú eru nógv nøvn komin upp á plakatuna. Millum annað kunnu nevnast Tinganest, Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, Herborg Torkilsdóttir, Ólavur Højgaard, Sámal Ravnsfjall og Danny & The Veetos - øll við løgum sum nærum øll kunnu syngja við til.

Gjørt verður eisini vart við, at tað er 18 ára aldursmark til Okkara Land.

- Ætlanin við Okkara Land er at hava eitt føroyskt tónleikatiltak bara til tey vaksnu. Vit saknaðu eitt tiltak, sum var meira stílað teimum vaksnu, sum elska at syngja við til øll tey góðu løgini, sum okkara fantastisku tónleikarar hava smíðað gjøgnum árini, sigur Dan Joensen, fyriskipari.

Jákup Magnussen og Herborg Torkilsdóttir vera vertir á konsertdegnum.

Fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder