Mentan

Olaf Johannessen við í nýggjari Viaplay-røð

Olaf Johannessen hevur ein av høvuðsleiklutunum í nýggju sesongini av spenningsrøðini "Forhøret", sum er komin út á Viaplay í dag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-29 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er nýggja sesongin av donsku spenningsrøðini "Forhøret" komin út á Viaplay, og har er føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen at finna í ein av høvuðsleiklutunum.

Røðin, sum kom út í 2019, snýr seg um løgreglumannin Bjørn Rasmussen, sum skal kanna eitt mál um eina unga kvinnu, sum sær út til at hava gjørt sjálvmorð. Tá hann finnur útav, at kvinnan er dóttir hansara, noktar hann at góðtaka, at hon tók lívið av sær sjálvari, og setur hann sær fyri at finna fram til, hvat veruliga er hent.

Í høvuðsleiklutinum sum Bjørn er Ulrich Thomsen, sum eisini hevur høvuðsleiklutin sum journalisturin Hannis Martinsson í føroysku krimirøðini "Trom", sum eisini verður at síggja á Viaplay komandi ár.

Aðrir leikarar eru Trine Dyrholm, Dar Salim, Pernilla August, Danica Curcic, Fanny Bornedal, og Søren Malling.

Í sesong tvey eru fýra vikur farnar síðan endan av sesong eitt. Her fylgja vit konu Bjørn, Susanne (Trine Dyrholm), sum fer aftur til arbeiðis sum sálarfrøðingur. Har avdúkar ein klientur, sum er undir hypnosu (Olaf Johannessen), at hann hevur dripið fleiri ungar kvinnur fyri pengar, og at hann fer at drepa enn eina kvinnu. Susanne setur sær fyri at forða honum í at drepa fleiri ósekar kvinnur.

Ein brellbiti úr nýggju sesongini av "Forhøret" sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder