
Ólavsøkudag tosaði Aksel V. Johannesen um talv - og um hvat sitandi samgonga ætlar at fremja næstu tíðina.
Les eisini: Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leiðir
Suðuroyartunnil, hækkan av pensjónsaldri og MVG av nøkrum gerandisvørum vóru millum málini, ið løgmaður nevndi. Tey skulu øll fyri í heyst.
Óbeinleiðis var róð frammundir, at stevið kundi verið betri - ella at tað skuldi finnast aftur. Og so skulu Føroyar hava 2.000 fleiri búeindir innan fimm ár.
Aksel V. Johannesen hevði sína triðju ólavsøkurøðu hesa setuna (Mynd: Jens Kr. Vang)
Aðalorðaskifti í morgin
Eftir røðuna tosaði Kringvarpið við formennirnar í andstøðuflokkunum. Ikki óvæntað vóru Jenis av Rana, Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen ikki bergtiknir.
Teir peikaðu fyri tað mesta á veikleikar, og tað kann væntast, at nógvar viðmerkingar vera í morgin: Flokkar og persónar skulu markað seg, nú nýggja setan er farin í gongd.
Viðgerðin av løgmansrøðuni, aðalorðaskifti, byrjar í morgin klokkan 10, og heldur møguliga fram fríggjadagin 1. august.
Á tingfundinum hósdagin verður eisini val av limum til Norðurlandaráðið: Tveimum limum og tveimum varalimum.
Ólavsøkurøðan hjá Akseli V. Johannsen kann lesast á leinkjuni niðanfyri - við ískoyti:
Ólavsøkufrágreiðing løgmans
Til ber at síggja og hoyra røðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald