Innanlands

Ólavur Eysturdal prestur í Hoyvík og Kaldbak

Sunnudagin skipar Uni Næs, dómpróstur Ólav Eysturdal, prest, í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi

Ólavur Eysturdal

Ólavur Eysturdal

2023-07-08 11:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin kl.11.00 skipar Uni Næs, dómpróstur Ólav Eysturdal, prest, í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í Hoyvíkar kirkju.

Ólavur Eysturdal skal røkja embætið frá 1. august til 30. november 2023, meðan Theodor E.D. Olsen er í farloyvi.

Ólavur tók guðfrøðisligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2021, og hevur virkað sum sóknarprestur í Oure-Vejstrup Lundeborg á Fjóni. Ólavur er ættaður úr Klaksvík og er 37 ára gamal.

Í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi eru tveir prestar og tvær kirkjusóknir – í Hoyvík og í Kaldbak, sum Ólavur fer at røkja saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, sóknarpresti.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder