2025-09-28 11:07

Fyrr í hesum mánaðinum varð søkt eftir virkandi sóknarpresti til Vága prestagjald, og kirkjuráðini í Vága prestagjaldi hava innstillað Ólav Eysturday til virkandi sóknarprest, skrivar Fólkakirkjan.
Ólavur Eysturdal verður virkandi sóknarprestur í tíðarskeiðnum 1. november 2025 til 31. januar 2026 fyri Marjuna í Kálvalíð, sum fer í lestrarfarloyvi.
Ólavur kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestinum Ingu Poulsen Dam.
Tríggjar umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald