Innanlands

Óli farin

Ein HB eldsál er slóknað. Fríggjadagin bórust boðini um, at Óli Arge var farin aftaná drúgva sjúkralegu

Óli Arge her saman við Adrian Justinussen, Teiti Gestssyni og Jógvan Róa Davidsen

Óli Arge her saman við Adrian Justinussen, Teiti Gestssyni og Jógvan Róa Davidsen

2020-07-27 10:01 Author image
Minningarorð / Havnar Bóltfelag
placeholder

Ein HB eldsál er slóknað. Fríggjadagin bórust boðini um, at Óli Arge var farin aftaná drúgva sjúkralegu. Vit vistu hvønn vegin tað bar, men slík boð koma altíð dátt við. Óli var HBari um ein háls og var felagnum so sera trúgvur. Óli Arge var eisini so nógv annað, og trúgvur og drúgvur har hann var. Nógv ár í tí gamla Føroya Banka og seinast nógv ár í fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum, har hann fyri stuttum hevði sín seinasta arbeiðsdag, - men allastaðni HBari.

Sum flest allir ungir havnadrongir, so spældi Óli fótbólt – og sum vanligt í hansara ætt, var tað sjálvandi við HB. Ta tíðina mintist hann oftani afturá, og hóast hann ikki fekk útint tað á vøllinum, sum hann kundi ynskt, tí skaðar plágaðu og forðaðu fyri, so kom hann at stuðla barndómsfelagnum so væl á annan hátt.

Óli var ein av trúføstu áskoðarunum tá HB spældi, bæði úti og heima. Tá børnini komu, var tað ein partur av teirra uppvøkstri at verða við at stuðla HB. Hann luttók eisini á ymsan annan hátt í felagnum. Jaligur av lyndi og stuðlandi undir tað felagið gjørdi. Fegnaðist so stórligani tá besta liðið hjá HB av álvara vísti sínar dygdir, og plagdi so fegin at brúka vendingina um at “teir spældu sum einglar”.

Eitt annað av hansara stóru áhugamálum var tónleikur. Seinastu árini fingu vit høvi til at fylgja honum á sosialu miðlunum, har vit oftani sóu hann tvinna tónleikin og fótbóltin saman. Hann fegnaðist um Sweet Caroline seinastu árini, men serliga fegin var hann um at HB er felagið við teimum flestu sangunum, sum eru yrktir til felagið og givnir út við góðum sangarum og tónleikarum. Oftani vísti hann okkum á, at minnast til at lurta eftir teimum og njóta felagskensluna á tann hátt.

Fjørðurin var rógvin. Tá fótbóltskappingin 2020 endiliga slapp í gongd aftur, so vóru ásetingarnar, at fyrsti dysturin skuldi spælast uttan áskoðarar. Vit loyvdu okkum at gera eitt undantak. Óli slapp til dystin, sum vit spældu mótu sundalagsmonnum – og vunnu. Aftaná dystin hitti Óli nakar av okkara leikarum, sum góvu honum eina HB blusu við spælaraautografum á. Hetta var hann so sera takksamur fyri. Vit vistu at hetta kundi verða seinasti dysturin Óli sá í Gundadali, - og so varð. Nú sjúkan alsamt fekk fastatøkur, so fylgdi hann við í sjónvarpinum í tann mun hann orkaði – og fegnaðist um avrikini.

Nokk tey seinastu tíðindini hann fekk her á fold var hóskvøldið, tá tey kundu fortelja honum, at HB hevði vunnið á grannunum. Teir høvdu spælt sum einglar og ein av teimum ungu HBarunum varð vorðin dagsins leikari. Tað dámdi Óla at hoyra. Ungdómsarbeiðið hjá felagnum stóð honum nær, og hann hevði boðað familjuni frá, at tey sum ynsktu at minnast seg, skuldu verða biðin um at lata ungdómsarbeiðnum hjá HB eina peningagávu í staðin fyri at lata blómur ella krans. Familjan hevur fylgt hesum ynski hansara – og vit í felagnum eru takksom og eyðmjúk um hesa vinagerð.

Vit fara við hesum at lýsa frið yvir minnið um trúfasta HBaran Óla Arge.

Hvíl í friði.

Havnar Bóltfelag

Tey sum vilja minnast Óla, kunnu eftir ynski hansara, lata eina peningagávu til ungdómsarbeiðið hjá HB á konto 6460-2203156.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder