Óli Petersen, best kendur sum Óli P, er farin, 86 ára gamal. Hann var uttan iva kendasti keiputeknarin í Føroyum, og seint sum til ársskiftið var hann virkin.
Hann varð føddur í Klaksvík 24. januar 1936. Hann gjørdi um seg í væl umtókta Rukkulakkanum, sum klaksvíkingar góvu út undan Norðoyastevnu frá 1957 í eini 25 ár á rað. Seinni teknaði Óli P fyri Sosialin í 25 ár, og í hálvtannað ár her á Portalinum. Seinastu fimm árini hava tekningarnar hjá honum verið at síggja á VP til hann á nýggjárinum gavst.
VP veit at siga, at Óli P andaðist í nátt.
Óli Petersen var giftur Susanne Barding.
Tekningarnar, sum hann teknaði fyri okkum frá apríl 2014 til oktober 2015, síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald