Innanlands

Oliver Joensen hevur grækarismessurøðuna í Klaksvík í dag

Tiltakið verður í Skálanum frá klokkan 17

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-12 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grækarismessuhaldið í Klaksvík verður í Skálanum tíðliga í kvøld.

Tað er Klaksvíkar Dansifelag, í samstarvi við gulu- og grønuskótar og Klaksvíkar Hornorkestur, ið skipa fyri tiltakinum. 

Byrjað verður klokkan 17 við, at Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg. Síðani verður “Tjaldur ver vælkomið” sungin sum felagssangur, áðrenn Oliver Joensen flytir fram grækarismessurøðu. Grækarismessuhaldið endar við, at tjóðsangurin verður sungin.

Hesum boðar Klaksvíkar Dansifelag frá, ið eisini ger greitt, at 
Grækarismessuhaldið er alment men avmarkað.

- Tað kunnu hægst verða 200 luttakarar til haldið, og øll skulu skrásetast við navni og telefonnummari við inngongina. Hóast grækarismessuhaldið hevur avmarkað luttøkutal, kunnu øll áhugaði fylgja við, tí tiltakið verður stroymt á heimasíðuni hjá Norðlýsinum www.nordlysid.fo.  

Leinkja til stroyming er ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder