2023-09-04 07:55
Fyrr í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at olja var á vegasteikkinum frá Leirvík, gjøgnum Gøtugjógv og niðan á Gøtueiði, og løgreglan ávarar um, at tað kann vera hált á hesum strekkinum.
– Vit hava havt samband við Landsverk, og teir fara út at vaska beinanvegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Hvaðani oljan stavar, veit løgreglan ikki at siga.
Dagføring kl. 10.41: Landsverk boðar frá, at oljan nú er ruddað burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald