2019-07-05 11:52
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at olja var farin á sjógv við Kjartansa mola í Havn.
Tað var um 10:45 tíðina at MRCC boðaði løgregluni frá, at tey har høvdu fingið boð um at olja var farin á sjógv við Mest. Løgreglan boðaði sløkkiliðinum frá, sum fór á staðið at rudda upp.
Oljan var farin á sjógv móti girðingini móti bátabrúgvunum. Óhappið hendi, tá skift var millum tangar umborð á báti.
Løgreglan skrivaði eina bót í samband við óhappið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald