2020-07-04 15:10
Seinnapartin í gjár kyknaði eldur uttanfyri køkin í Demensdeildini í Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík.
Talan var ikki um nakran stóran eld, men royk- og vatnskaðin var kortini so stórur, at neyðugt var at flyta 14 av teimum 22, sum búðu á Demensdeildini, í annan bústað.
Klokkan 20 í gjárkvøldið høvdu tey øll 14 fingið innivist, og øll hava tey eisini fingið egið kamar uttan tey, sum eru flutt inn til hjúnarfelagan at búgva, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari fyri eldrasamstarvið Roðin, við Útvarpið.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald