Nógvur vindur er í dag, og Strandferðslan hevur avlýst so at siga alla busskoyring í dag.
Av Oyggjaleiðum er tað bert Smyril, sum hevur avlýst, fyribilsa túrarnar av Havnini kl. 8.45 og av Krambatanga kl. 11.30.
Sambært heimasíðuni koyra hesar bygdaleiðirleiðir ikki fyribils:
100 (Tórshavn-Vestmanna)
101 (Tórshavn-Gamlarætt)
200 (Oyrarbakki-Eiði)
201 (Oyrarbakki-Gjógv)
202 (Oyrarbakki-Tjørnuvík)
300 (Tórshavn-Flogvøllurin)
400 (Tórshavn-Klaksvík)
401 (Toftir-Tórshavn)
410 (Fuglafjørður-Gøtudalur-Klaksvík)
440 (Skálafjarðarleiðin)
442 (Glyvrar-Æðuvík-Rituvík)
481 (Skálafjørður-Oyndarfjørður)
500 (Klaksvík-Viðareiði)
504 (Klakvík-Kunoy)
700 (Sumba-Vágur-Tvøroyri)
701 (Famjin-Tvøroyri-Sandvík)
Av politistøðini siga tey, at tey vóru fyrireikað upp á at skula taka ímóti fráboðanum, sum høvdu við veðrið at gera.
Men til klokkan umleið hálvgun sjey í morgun hevði løgreglan onga fráboðan fingið yvirhøvur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald