Innanlands

Øll byggifrøðiútbúgvingin kann nú takast í Føroyum

Hetta er onnur professiónsbachelorútbúgvingin, ið kann takast á Glasi

Finn Jensen, dekanur á Glasi og Bo Sørensen, útbúgvingarleiðari á VIA í Horsens

Finn Jensen, dekanur á Glasi og Bo Sørensen, útbúgvingarleiðari á VIA í Horsens

2019-11-19 10:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum liður í at uppstiga útbúgvingarmøguleikarnar innan byggivinnuna, tekur Glasir nú stig til, at øll byggifrøðiútbúgvingin kann takast í Føroyum. Samstarvsavtala við VIA University í Horsens tryggjar, at útbúgvingin á Glasi er á sama støði sum í grannalondunum.

Glasir hevur í ein tíð arbeitt við møguleikanum at bjóða út alla byggifrøðiútbúgvingina á Glasi.

Mentamálaráðið gav í fjør formligt loyvi til at byrja útbúgvingina, treytað av, at avtala fekst í lag við útlendskan stovn, sum kundi tryggja útbúgvingina. Avtala er nú gjørd við VIA University í Horsens, og tí kunnu tey, ið byrjaðu á byggifrøði í 2018 halda fram við útbúgvingini á Glasi. Professiónsbachelor-útbúgvingin tekur samanlagt 3½ ár, tá starvsvenjing og høvuðsuppgáva, sum liggja ávikavist á 6. og 7. lestrarhálvári, eru tikin við.

Hetta er onnur professiónsbachelorútbúgvingin, ið kann takast á Glasi. Hin er innovatión og íverksetan, sum byrjaði í summar.

Tey, ið áður hava lisið byggitøkni, kunnu nú søkja um at taka restina av byggifrøðiútbúgvingini á Glasi. Tey kunnu søkja um upptøku við at seta seg í samband við Hægri Nám á Glasi. Undirvísingin byrjar í januar 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder