Tá tað í morgun varð latið upp fyri atgongd dokumentarin “Disrupting Wine - Lívið hjá einum íverkseta” vóru nøkur sum ikki sluppu inn.
Orsøkin var teknisk brek á Portalinum við víkjandi geografisku avmarkingini, sum er sett á. Portalurin hevur bert rættindi at vísa filmin í Føroyum, og tað var har tað miseydnaðist, so nøkur í Føroyum ikki fingu atgongd.
Hetta bleiv rættað fyrrapartin, og nú sleppa øll í Føroyum inn á síðuna.
Dokumentarurin snýr seg um íverksetan Heina Zachariassen úr Hoyvík, sum saman við vinmanninum Theis Søndergaard fyri tíggju árum síðani stovnaði Vivino.
Appin er í dag heimsins størsti vínmarknaður á netinum, og hevur næstan 50 milliónir brúkarar.
Tað eru Johan Rimestad og Rógvi Langgaard sum hava framleitt filmin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald