- Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast. Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er
Soleiðis skrivaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í gjárkvøldið, í samband við at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum enn einaferð varð hert. Tað fevnir nú eisini um skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og verkfallið er í løtuni galdandi á 40 deildum í sjúkrahúsverkinum.
Hetta er ikki ein haldbar støða, hóast undantøk eru givin seinastu 17 dagarnar, ið skulu til fyri at lív ikki verða sett í váða.
Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ávarar tó aftur í samrøðu við Kringvarpið á middegi um, at hetta kann gerast lívshættisligt. Hon sigur, at tey uppliva ein vantandi vilja og eina larmandi tøgn frá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Spurd um hvat størsta forðing at finna eina semju er, sigur Óluva í Gong, at tað er, at Fíggjarmálaráðið heldur fast í sínum útgangsstøði: At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar bert skal møta upp og skriva undir uppá tað, sum Fíggjarmálaráðið hevur á borðinum. Hetta er eitt "reallønarfall", ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vil bjóða sínum limum.
Neyðugt er at karmarnir eru øðrvísi, staðfestir Óluva í Gong. Fleiri avlýsingar kunnu nú væntast - sum heild er støðan tann, at sjúkrarøktarfrøðingar mangla so at siga allastaðni í Føroyum.
Hoyr alla samrøðuna her
Verkfallið er nú á:
Á Landssjúkrahúsinum
Seingjardeild A2
Seingjardeild A3
Seingjardeild B5
Seingjardeild B6
Seingjardeild B8
Seingjardeild G1
Seingjardeild G4
Seingjardeild P40PA
Seingjardeild P40PI
Skurðdeildin
Skaðastovan
Dagskurð
Viðrakning
Ortopediskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Mammae ambulatorium
Parenkym ambulatorium
Gynækologiskt ambulatorium
Sár ambulatorium
Klin/Fys ambulatorium
Húð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologiskt ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Neurologiskt ambulatorium
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Seingjardeild KS3
Skurðdeildin
Skaðastovan
Almen kirurgiskt ambulatorium
Ortopædiskt ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Svøvn ambulatorium
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Seingjardeildin
Skurðdeildin
Skaðastovan
Pínuklikkin
Kardiologiskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Einki samband er millum partarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald