
Um tú fert til Suðuroyar skalt tú ikki vera alt ov vísur í at fáa bilin heim aftur beinanvegin.
Nógv hevur verið í Suðuroynni um vikuskiftið, og tá Smyril loysti av Krambatanga fyrr i kvøld, stóðu eini 50-60 bilar eftir, skrivar Suðurrás.
Fleiri tiltøk hava verið, og fleiri fótbóltsdystir hava verið í oynni í dag.
Suðurrás skrivar, at ferðslan um Suðuroyarfjørð økist í hvørjum, bæði við flutningi og ferðafólki.
- Hetta ávirkar bæði møguleikarnar at halda ferðaætlanina teir dagar nógvur farmur er – og so er tað vorðið alsamt vanligari at bilar standa eftir á keiini, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald