Innanlands

Omanlop á Funningsvegnum

Vegurin er stongdur. Omanlopið hendi beint við innkoyringina til Funnings.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-14 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsakað av einum omanlopi er Funningsvegurin stongdur. Hesum boðar løgreglan frá.

Omanlopið hendi millum Funningsfjørð og Funning, beint við innkoyringina til Funnings.

Arbeiðið at rudda vegin fer í gongd um eina løtu, og óvist er, nær opið verður aftur, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder